Hvør er Tur.fo?

Tá tú bíleggur frá Tur.fo, ert tú altíð tryggjaður. Vit hava yvir 13 ára royndir at skipa fyri ferðum til Akureyri, og aðrastaðnis í Evropa.

Soleiðis hava vit ment okkara útboð

  • 2010 - Akureyri, Ísland.
  • 2011 - Akureyri, Ísland.
  • 2012 - Beitostølen, Norra og Akureyri, Ísland.
  • 2013 - Beitostølen, Norra og Akureyri, Ísland.
  • 2014 - Alpurnar, Les Menuires, Beitostølen, Norra og Akureyri, Ísland. 
  • 2015 - Les Menuires, Fronsku Alpurnar.
  • 2017 - Les Menuires, Fronsku Alpurnar.
  • 2018 - Tignes og Les Menuires, Fronsku Alpurnar.
  • 2019 - Tignes og Les Menuires, Fronsku Alpurnar, Beitostølen Norra.
  • 2022 - Akureyri, Ísland

Okkara søga

Í 2007 fóru vinmenninir Jákup Bech Jensen og Rúni Højgaard saman við øðrum á skíferð til Eysturríki. Tann eina dagin fall samrøðan á, hví Føroyingar í so líttlan mun velja at fara á skíðferiu. Niðurstøðurnar, vit komu til, vóru at ferðingartíðin er long við millumlendingum og/ella yvirnáttingum í Danmark, at kostnaðarstøði er ov høgt, og væntandi vetrarferia hjá Føroyskum skúlabørnum hevur ein leiklut.

Heimaftur komnir frá Eystyrríki fóru Jákup og Rúni undir at virka eina loysn, við tí endamáli at kunna veita Føroyingum beinleiðis skíferðir við leiguflogfari, til lægri kostnað, við styttri farleið og færri fráveru døgum. Hettar var byrjanin til áhugafelagið "Machaira"sum seinri broyttist til TURFO, hvørs endamál m.a. er at geva ævintýrahugaðum føroyingum ógloymandi upplivingar fyri góðar prísir.

“Hetta má kunna gerðast meira ómakaleyst, bíligari og sjálvandi beinleiðis!— Jákup B. Jensen, TURFO

Í februar 2009 vóru feðgarnir Rúni og Jónas Højgaard eina kanningarferð á Akureyri fyri at vita um staðið var egnað sum skíðøki og hóskandi at bjóða fram til føroyingar. Teir mettu at so var, og fyrireikingar vóru beinanveg gjørdar fyri at at fáa í lag eina beinleiðis skíðferð úr føroyum til Akureyri.

Í mars 2010 varð fyrstu skíferðin beinleiðis til Akureyrar í Íslandi verðuleiki, og vegna sera góða undirtøku og jaliga afturmelding frá luttakarunum, varð sama skíferð bjóða út aftur í mars 2011. Av tí at bíðilistin í 2010 var langur, gjørdu vit av at fara við tveimum flogførum, sum aftur vóru fullsett.

Á heyst 2010 gjørdist Thomas Bo Petersen partur av TURFO. Thomas hevði í longri tíð havt eitt brennandi ynski um at skipa fyri líknandi tiltøkum, og hann hevði visiónir og tænkar, sum longu nú eru komin okkara viðskiftafólki til góðar.

Í TURFO er nýhugsan og menning umráðandi, og í mars 2012 bjóðaðu vit á fyrsta sinni eisini beinleiðis skíferð til Beitostølen í Norra, og hesir túrar fingu eisini sera góða undirtøku. í 2014 kundu vit so eisini bjóða ein túr beinleiðis til heimsins stórsta skíøki, Les 3 Vallées í Fronsku alpunum, sum bjóðar fram áleið 650 km. av skípistum.

“Okkara hjartamál er at halda kostnaðarstøði á einum so lágum støði sum til ber, so at flestar føroyskar familjur og einstaklingar kunnu hava fíggjarliga orku at ferðast á eini árligari familjuferð— Rúni Højgaard, TURFO

Soleiðis hevur TUR.FO miðvíst ment seg eftir fáum árum til at kunna bjóða beinleiðis skiferðir til trý lond, og tað eru vit sera fegnir um. Umframt at bjóða beinleiðis skíferðir, skipar TURFO eisini fyri toymisferðum fyri virkir og leigutúrar fyri áhugafeløg, ítrottarfeløg v.m., eins og vit arbeiða miðvíst við at menna innkomandi ferðavinnu

Síðani TURFO í 2010 á fyrsta sinni var á Akureyri í Íslandi við einum fultsettum leiguflogfarið, hava yvir1000 føroyingar verið við okkum á eini beinleiðis skíðferð úr Føroyum.